Loysa neyvan aftur í ár

Gøtuskipini Tróndur í Gøtu, Jupiter og Finnur Fríði hava uppfiskað silda- og makrelkvotuna fyri 2007 og loysa neyvan aftur í hesum árinum

Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði hava roynt eftir svartkjafti vestan fyri Fugloynna nakrar dagar, men svartkjaftafiskiskapurin hevur ikki verið góður í seinastuni.

Tey bæði skipini landaðu ávíkavist 200 og 300 tons av svartkjafti til Havsbrún fyrramorgunin.

Nakað er tó eftir av svartkjaftakvotuni, men av tí at lítið er at fáa í løtuni, so verða skipini vøntandi liggjandi tað, ið eftir er av árinum. Onkur smáarbeiði eru eisini at gera umborð, so klárt er at fara avstað aftur í januar.

-Og so er tað eisini ein møguleiki, at verkfall verður, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.