Mikudagin var fundur millum Hans Paula Strøm, landsstýrismann, og umboð fyri Vága Bargingarfelag um sjúkraflutningin í Vágum. Eftir fundin væntaði formaðurin í Bjargingarfelagnum, at ein loysn fæst á málinum í vár.
Ógreitt hevur verið, hvussu sjúkraflutningurin úr Vágum skal skipast í framtíðini. Arbeitt hevur verið við at leggja hann undir skipanina hjá Landssjúkrahúsinum, og at bilarnir skulu hava støð í Havn.
Men vágafólk, sum eru von við, at Vága Bjargingarfelag hevur røkt hendan flutningin við bilum, sum hava støð í Vágum, vilja fegin hava ta eykatrygdina, at bilurin verður verandi í Vágum. Tað er hóast alt skjótari at koma á sjúkrahús, um bilurin er staddur á staðnum, haðani hann skal flyta sjuklingin, sum so sleppur undan at bíða ta tíðina, tað tekur at koma úr Havn.
Ymiskt uppskot hava verið á borðinum, og nú tykist eitt vera, sum báðir partar helst fara at góðtaka, sigur Tórhallur Simonsen, formaður í Vága Bjargingarfelag.
Hann vil tó ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat stendur í hesum seinasta útspælinum, fyrr enn tað er endaliga avgreitt. Tó sigur hann, at tað sær út til, at nú verður ein loysn funnin.
Málið er gamalt. Tá hans Pauli Størm fyri einum góðum ári síðan tók við sum landsstýrismaður, skiltist á honum, at nú skudi hetta loysaat. Eitt ár eftir ta freistina, hálvan februar í ár, boðaðu sjúkrabilførararnir í Vágum frá, at nú løgdu teir tænastuna niður, tí einki var hent.
Tá komu so fundarboð, og nú er líkt til, at hetta fæst í eina legu, sum allir partar fara at góðtaka, sigur formaðurin í Vága Bjargingarfelag.