Loypti hvøkk á bilførarar í tunlinum

 Í gjárkvøldið ringdi bilførarar til løgregluna at boða frá, at ein persónur var farin til gongu ígjøgnun Árnafjarðartunnilin. Eingi ljós eru í tunlinum, sum harafturat er ógvuliga smalur. Og viðkomandi, sum gekk í tunlinum hevði einki endurskin, so tað loypti rættiliga hvøkk á bilførarar, sum komu koyrandi, at síggja fólk mitt inni í tunlinum.

 

Løgreglan sigur, at tey vóru á staðið og fingu viðkomandi upp í bilin, og úr tunlinum, og til húsar.

 

Løgreglan sigur, at tey hava havt nøkur dømi um hetta í seinastuni, at fólk ganga ígjøgnum tunlar. Verri enn so altíð hava tey endurskin uppi á sær og nógvir tunlar hava ringt, ella einki ljós.

 

Løgreglan mælir staðiliga frá slíkum, tí tað er stóur vandi fyri at vera yvirkoyrdur, tí at síggja fólk til gongu inni í einum tunli, er nokk eitt tað síðsta, bilførarar vænta.

 

Løgreglan sigur, at annars er tað merkisvert, so friðarligt hetta vikuskiftið hevur verið. Tað hevur verið lítið fólk i býnum, og umframt at taka nøkur einstøk full fólk uppm, sum ikki hava klárað seg sjálvi, og nøkur heilt fá ferðsluóhapp, hava tey havt eitt ógvuliga róligt vikuskifti.