- Vit kunnu ikki liggja sum eitt grátt øki í sambandi við rúsevnabrotsverk.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Tí staðfestir hann samstundir, at tað er eingin ivi um, at løgreglan skal hava víðari heimildir at kanna brotsverk.
Sostatt tekur Johan Dahl tekur undir við, at løgreglan fær víðari heimildir til at loynilurta eftir fólki.
Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at geva løgregluni víðari heimildir at loynilurta eftir fólki.
Hinvegin hava telefyritøkurnar víst á, at tað fer at kosta teimum tíggjutals milliónir at útvega tann útbúnað, sum krevst fyri at lúka treytirnar í lógini.
Men sum tað sæst í aðrari grein, her á in.fo, liggur tað í hondunum á Johan Dahl at gera av, hvussu umfatandi útgerð, telefyritøkurnar skulu fáa.
Støðan er tann, at Løgtingið kann samtykkja, hvat tað vil, men tað er Fjarskiftislógin, sum Johan Dahl umsitur, ið setir treytirnar fyri, hvørja útgerð, telefyritøkurnar skulu hava.
Og hann fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um, hvønn tekniskan útbúnað, telefyritøkurnar skulu hava.
Les eisini: Seta loynilurting í verk í smáum
Johan Dahl sigur,at ætlanin er at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið í hesum árinum.
Men spurningurin er, hvussu umfatandi hetta kravið til telefyritøkurnar um nýggjan útbúnað, skal vera.
Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er hann nú í samskifti við telefeløgini um.
Í hesum sambandi vera ymsir møguleikar kannaðir fyri at avmarkað útreiðslurnar hjá telefyritøkurnar, uttan at sleppa endamálinum um at geva løgregluni víðari heimildir.
Hann sigur, at í hesum sambandi verða møguleikarnir kannaðir um tað ber til at samstarva við ein veitara uttanlands, sum longu hevur hesa útgerðina.
Johan Dahl sigur, at í fyrstu syftu verður hugsað um, at løgreglan skal hava víðari heimildir at loynilurta eftir telefonum, fartelefonum og ip telefoni.
Men hugsað verður eisini um at leggja soleiðis til rættist, at telefyritøkurnar kunnu fáa høvi til at útvega sær hendan útbúnað í stigum fyri at lætta um fíggjarligu avleiðingarnar.
|









