Tá amerikansku hermenninir herfyri komu til Kuwait, høvdu teir sina servanda delfin við sær. Hana ætlaðu amerikanarar at nýta til at leita eftir møguligum irakskum minum innast í Persaflógvanum.
Men sunnudagin kunngjørdi amerikanska herleiðslan í Qatar, at hon hevði mist sambandið við delfinina, og at hon eftir øllum at døma var rýmd. Delfinin var á sínari fyrstu kanningarferð uttan fyri iraksku havnarbýirnar Umr Qasr og Basra, tá hon brádliga hvarv. Hildið verður, at hon er farin út á djúpt vatn onkunstaðni longri úti í Persaflógvanum.
Amerikanski herflotin hevur fýra delfinir, sum hava fingið servenjing í at leita eftir minum.