Altjóða Reyði Krossur váttar nú tíðindi um, at eitt loyniligt fongsul er á amerikonsku herstøðini Bagram í Afghanistan. Níggju fyrrverandi fangar hava greitt bretska kringvarpinum BBC frá, at teir vóru fangar í einum bygningi tætt við tað almenna fongslið á herstøðini. Menninir vilja vera við, at teir vórðu illa viðfarnir og misbrúktir.
Amerikanska herleiðslan í Afghanistan hevur avsannað tíðindini um tað loyniliga fongslið.
Men altjóða Reyði Krossur váttar í dag fyri BBC, at síðani august í fjør hava amerikanararnir latið felagsskapinum nøvnini á monnum, sum hava verið fangar í einum serligum fongsli á Bagram-herstøðini.