Loyniligt dómaralið í X-Factor

Tað eru ikki øll ið fáa møguleikan at framføra fyri dómaratrioini í X-Factor, hóast tað sær soleiðis út. Luttakararnar skulu nevniliga trína frammanfyri einum øðrum dómaraliði Tá vit hyggja eftir X-Factor kappingini hvørt fríggjakvøld, rennur tað mangan okkum í huga, hvussu løgið tað tykist, at ein og hvør sleppur at framføra. Men soleiðis er veruleikin ikki.

Tað sum ikki verður víst á skíggjanum er, at handan pallin situr ein útvald dómaranevnd, ið skal avgera hvør hóskar til sjónvarpsframførsluna og ikki.

Leiðarin fyri undirhaldið hjá DR Jan Lagerman Lundme sigur soleiðis við ?gratisavisen?.

 

- Vit gjøgnumganga luttakararnar áðrenn, soleiðis at áskoðararnar og dómararnar skulu megna at gjøgnumganga luttakararnar uttan at tað gerst ov rúgvismikið. Víðari sigur hann, at dómararnar hava røtur í tí professionella tónleikaheiminum, og hava tískil teir neyðugu førleikarnar.

 

Við einum eyka dómaraliði kann ein lættliga seta spurnartekin við summum av luttakarunum vit hagartil hava sæð, men tað er tað sambært Lundme ein orsøk til.

 

- Vit vilja geva fólkið eina fatan av hvørji fólk koma til upptøkuroyndina, og tey sum sleppa víðari til sjónvarpi eru umboð fyri tann breiða skaran av fólkið, ið hava verið til upptøkuroynd hjá dómaraliðinum.

Sambært Lundme er tað týdningarmikið hjá dómaraliðinum, at tey sum verða send víðari til sjónvarpi hava so nógv av ?X-Factor? í sær sum gjørligt. Tað snýr seg sostatt ikki bert um at duga at syngja, tað er eisini týdningarmikið at hava onnur serlig evni, ið ein ikki sær hvønn dag.