Loyniligt Britney-lag endað á netinum

So er nýtt gamalt frá Britney Spears. Ein sangur, sum ikki áður er útgivin, er endaður á internetinum.

 

Nógvir sangir hjá amerikonsku poppprinsessuni, sum ikki hava verið á nakrari fløgu, eru fyrr endaðir á netinum, og nú er enn ein sangur at hoyra. Tað er sangurin "Ouch", ið er at finna sum demoversión á netinum.

 

Sangurin skal eitast at vera innspældur í 2003, men kom ongantíð við á nakra fløgu hjá Britney.

 

Hoyr nýggja gamla sangin hjá Britney við at trýsta á leinkjuna niðanfyri

 

http://www.youtube.com/watch?v=tAdPZNIrWg0&feature=related