Loyniligi sonurin spæla Michael

Familjan hjá Michael Jackson hevur tikið avgerð um, at Omer Bhatti skal spæla Michael Jackson í einum filmi um lívið hjá Jackson. Harvið fær tann fjórði og goymdi sonurin hjá Jackson loyvi at vekja lív aftur í pápa sín ? í øllum førum eina løtu.

 

?Familjan hevur ógvuliga tætt samband við Omar, eins og Michael Jackson hevði. Hann dugir væl at framføra og familjan vil fegin hava, at tað verður Omar, ið spælir Michael, sigur ein vinur við The Sun.

 

Norskt eingangsknald

Slaturin um tann fjórða sonin hjá Jackson byrjaði at ganga, tá ið tann norski Omar Bhatti sat á fremstu røð, saman við familjuni hjá Jackson, tá ið tað almenna minningarhaldið fyri Michael Jackson var hildið í Staples Center í Los Angeles. Michael Jackson sigst at hava sagt við vinirnir, at Omar er eitt úrslit av einum eingangsknaldi í Norra í 1984.

 

DNA ? roynd

Omar Bhatti hevur búð hjá Jackson familjuni í California, síðani Michael doyði í juni.

Slaturin sigur, at Omar skjótt fer at taka eina sokallaða DNA roynd, ið skal prógva, at Michael Jackson er faðir at Omar.

Filmurin, ið væntast at byrja í komandi ári, vil varpa ljós á eydnuna hjá Michael Jackson við ?Off The Wall, Thriller og Bad, men filmurin fer ikki at viðgera ákærurnar um barnamisnýtslu, ið byrjaði í 1993.