Loyniligi sonurin hjá Ronaldo kanska danskari

Fótbóltsspælarin Ronaldo hevur boðað frá, at hann hevur fingið ein son. Enska blaðið The Sun vil verða við, at stórt sannlíki er fyri, at ein ung donsk kvinna er mamma. Um vikuskiftið boðaði heimsins dýrasti fótbóltsspælari Cristiano Ronaldo frá, at hann er blivin pápi. Hetta kom óvart á tey flestu, og Ronaldo hevur biðið fólk virða hansara privatlív.

 

Tað áheitanina tekur enska blaðið The Sun við fyrivarni. Blaðið skrivar í dag, at stórur møguleiki er fyri, at mamma dreingin hjá Ronaldo er úr Danmark.

 

The Sun skrivar, ein donsk Paris Hilton-lookalike hevur fjasast við Ronaldo í Madrid, og seinastu tíðina hevur hon ikki verið til at fingið fatur á. Tað heldur blaðið kann geva ábendingar um, at hon hevur fingið barn saman við Ronaldo.

 

Sonurin hjá Ronaldo varð føddur 17. juni, og í løtuini er hann staddur í Algarve hjá familjuni hjá honum.