Loyniligar samráðingar um Ratko Mladic

Tað er væl hugsandi, at serbisku myndug­leikarnir hava funnið Ratko Mladic, sjálvt um hann ikki er tikin enn

 Tað áliggur serbisku stjórn­ini at handtaka Ratko Mladic og at útflýggja hann til rættarsókn í Haag.
Tað var viðmerkingin hjá høvuðsákæpranum í Haag, Carla del Ponte, tá serbiskir fjølmiðlar fyrradagin hildu uppá, at generalurin var tik­in. Seinni avsannaði stjórn­in í Beograd tíðindini í fjøl­miðlunum, og tað gjørdi Carla del Ponte eisini.
Men eygleiðarar halda, at tað er væl hugsandi, at serb­iska stjórnin hevur fingið samband við generalin, men at hon roynir at fáa hann at geva seg yvir, so hon kann sleppa undan at taka hann við makt og at noyða hann til Haag.
Eygleiðararnir vísa á, at serbiski forsætisráðharrin, Vojislav Kostunica, var ímóti av­gerðini hjá undanmanni sínum at senda Slobodan Milo­sevic til Haag ímóti hansara vilja. Tí kann hann ikki útflýggja Mladic, utt­an so at hesin játtar at fara sjálvboðin, siga eygleið­ar­arnir.
Ein ónevnd kelda í serb­isku tryugdartænastuni segði við AP í gjár, at stjórnin í Beo­grad kann væl hava fingið samband við Ratko Mladic, uttan at hon hevur sagt dómstólinum í Haag frá.
Norski Balkan-ser­frøð­­ing­urin Svein Mønnesland tekur undir við hesum sjónarmiði. Hann vísir á, at 15 serbar, sum eru undir illgruna fyri krígsbrotsverk, hava givið seg yvir til myndugleikarnar, síðani Kostunica tók við. Eing­in veit, hví teir valdu at geva seg yvir, men tað er ikki óhugsandi, at pengar eru uppií, ella at aðrir hava fingið grið afturfyri, sig­ur Mønnesland við Aften­posten.
 Tað er ikki óhugsandi, at stjórnin í Beograd er til reiðar at lata Mladic fleiri milliónir krónur afturfyri, at hann gev­ur seg yvir, sigur norski Balkan-serfrøðingurin.