Loynilig løn til Holme

Almenningurin fær ikki at vita, hvat Jørgen Holme tjenar sum stjóri í Atlantsflog. Sjálvur ynskir stjórin ikki at upplýsa sína løn, og somu støðu hevur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Almenningurin fær ikki at vita, hvat Jørgen Holme tjenar sum stjóri í Atlantsflog. Sjálvur ynskir stjórin ikki at upplýsa sína løn, og somu støðu hevur Niels Mortensen, nevndarformaður.

 

- Nei, vit hava valt at halda talið loyniligt, sigur Niels Mortensen, sum heldur ikki vil upplýsa, hvørt lønin til nýggja stjóran er hægri ella lægri enn stjóralønin hjá fyrrverandi stjóranum.

 

Les eisini: Magni fær tríggjar milliónir

 

Sambært roknskapinum hjá Atlantsflog fyri 2012 var samlaða inntøkan hjá Magna Arge stívliga 1,6 millión krónur í fjør, alt íroknað. Sambært roknskapinum var sjálv lønin 1.157.000 krónur, eftirlønin var 171.000 krónur og harumframt fekk Magni Arge 230.834 krónur í bonus.

 

Vit hava spurt bæði Jørgen Holme og Niels Mortensen, hvat nýggi stjórin í Atlantsflog tjenar. Men hvørgin ynskir sum nevnt at svara.

 

Les annars stóra samrøðu við Jørgen Holme í Sosialinum ídag.