Loynilig deild leitar eftir Saddam Hussein

Nú teir báðir synir Saddams Hussein eru deyðir, eru amerikanarar av álvara farnir at leita eftir Saddam sjálvum. Ein loynilig deild hevur fingið uppgávuna at finna hann.

Amerikanska fregnartænastan heldur, at gamli irakski einaræðisharrin fjalir seg einastaðni í Irak.

Higartil hevur hann ikki verið at finna nakrastaðni, men nú hava amerikanarar sett eina serliga deild at leita eftir honum. Taske Force 20, sum deildin eitur, var eisini við, tá Uday og Qusay vórðu funnir í einum húsum í Mosul mánadagin. Nú skal deildin bara finna Saddam Hussein sjálvan.

-Okkara stóra mál er at finna Saddam, og vit fara eisini at finna hann, sigur amerikanski ovastin í Irak, generalurin Ricardo Sanchez.

Seinastu vikurnar hava amerikanararnir fingið fleiri ábendingar um, hvar Saddam Hussein og synir hansara hava fjalt seg. Nú synirnir eru deyðir, vóna amerikanararnir, at fleiri irakar fara at tora at avdúka gamla leiðaran. Tí hevur herleiðslan góðar vónir um, at hann verður funnin.

Sama dag sum amerikanararnir søktu at húsunum í Mosul, har Uday og Qusay fjaldu seg, leyp Taske Force 20 á eini stór hús nærhendis ánni Tigris einar 50 kilometrar norðan fyri Bagdad. Ein iraki hevði greitt amerikanarunum frá, at Saddam Hussein var staddur í húsunum. Fleiri hernaðarakfør vórðu send á staðið, og menn úr Taske Force 20 tóku seg inn í húsini. Men har var eingin Saddam Hussein at finna.

Sum skilst gongst tað illa hjá amerikanarunum at fáa nakra álítandi ábending um, hvar gamli einaræðisharrin er, sjálvt um USA hevur lovað finnaranum einar 170 milliónir krónur í finningarløn.