Loynilig døming og 0 grundgeving

Prix Føroyar

Tons av greiðum verða koyrd til staðið. Nógvir pengar verða nýttir til reklamu, lýsingar, heimasíðu og annað. Bussar koyra og billettir verða seldar. Yvir 100 fólk arbeiða hart og leingi fyri at tiltakið skal eydnast so væl sum til ber. Bólkarnir venja og fyrireika seg í fleiri mánar til framførsluna. Alt sera professionelt. Eftir eitt rimmar kvøld stendur ein spurningur ósvaraður: Hví verður eingin grundgeving givin fyri dømingini? Ikki eitt orð. Ikki eitt komma. Bert tveir konvoluttar við einum navni í hvørjum. Og síðani eitt einkisigandi tómrúm.

Tað kann talast fyri og ímóti at tað skulu vera loyniligir dómarar osfr., men tað sýnir vantandi virðing fyri tónleikararnar, at dómararnir ikki skulu grundgeva fyri teirra døming. Hví kunnu teir ikki seta saman nøkur fá orð og vísa á, hvat var gott við teimum sum sluppu víðari og konstruktivt vísa á, hvat var gott og hvat vantaði í hjá teimum, sum ikki sluppu víðari?

Av tí at tað óiva eru kompetentir dómarar, ið eru settir at døma, ja so burdi tað verið laga manni at fest nøkur fá orð niður á papír. Tað ber við øðrum orðum ikki til at døma nakran ella nakað, um man ikki kann grundgeva fyri sínari døming. Tískil er tað undrunarvert og margháttligt at fyrireikarirnir ikki krevja, at tey, sum døma, saman skulu orða nakrar heilt fáar linjur niður á blað og síðani geva tað til teir ávísu bólkarnar. Tað hevði víst professionalismu og virðing fyri teimum, sum tiltakið snýr seg um.