Bókadeildin hevur hesa vikuna givið út tvær bøkur, sum hvør á sín hátt snýr seg um, ein loyndarfullan heim.
Leyvan, gívurin og klædnaskápið er onnur bókin av sjey í bókaverkinum um Narnia.
Lovisa er av óvart dottin inn í eitt undurfult land við favnum og kentaurum, dísum og talandi dýrum. Men skjótt varnast hon, at hin ræðuliga hvíta gívurin ræður í Narnia, og tey einastu, ið kunnu bjarga landinum, eru Aslan og fýra børn&
Carl Jóhan Jensen týddi úr enskum. Bókin er væl egnað hjá teimum 10-12 ára gomlu.
Einkabarnið er hugvekjandi bók til ung, ið Judi Fagerland týddi úr norskum. Bókin er um Elisu, sum hevur tað trupult. Hini siga, at hon lýgur, men hon hevur einki annað val, tí hon minnist einki frá barnaárunum, og mammuna nyttar einki at spyrja. Nógv temu eru í skaldsøguni: saknur, svik og skuldarkensla. Søgugongdin er uttaná næstan sum eitt ævintýr: at fara til eini manntóm hús, at leita eftir svørum um fortíðina. Álvarin í søguni gerst átrokandi, og avdúkingarnar eru skakandi lesnaður. Bókin er um eina ferð aftur til barnaheimið at leita eftir sporum av lívinum og svarinum uppá, hví hon einki minnist. Ein hjartanemandi bók um at hava tað trupult og at koma ígjøgnum tað, hóast alt.