Loyisnevndin ger einki við EB/Streym

Fótbóltssambandið boðar í dag frá, at Loyvisnevndin einki ger við málið um EB/Streym, har fyrrverandi kassameistari felagsins ólógliga hevur flutt tilsamans omanfyri fimm milliónir krónur til EB/Streym.

 

Í skrivinum frá Loyvisnevndini verður sagt soleiðis:

 

”Loyvisnevndin í Fótbóltssambandi Føroya skal við hesum kunna um, at nevndin á fundi 16. juni 2011 hevur viðgjørt, um tað er eitt viðkomandi mál fyri Loyvisnevndina, at fyrrverandi kassameistari og nevndarlimur í EB/Streymi í dómi frá 30. mai 2011 í Føroya Rætti er dømdur fyri fíggjarligt svik mótvegis fyrrverandi arbeiðsgevara sínum, og at peningaupphæddir, sum stava frá hesum sviki, eru fluttar til EB/Streym.

 

Nevndin valdi at umrøða málið, tí tað í miðlunum hevur verið róð fram undir, at hetta málið kundi verða viðkomandi fyri luttøkuloyvið hjá EB/Streymi.

 

Niðurstøðan hjá Loyvisnevndini í hesum sambandi er, at nevndin, útfrá teimum fyriliggjandi upplýsingunum í málinum, ikki metir, at heta er eitt mál, sum er viðkomandi fyri Loyvisnevndina, og ger nevndin tí á fyriliggjandi grundarlagi ikki meira við málið”.

 

Men hóast Loyvisnevndin ikki ger nakað við málið, er endaliga orðið framvegis ikki sagt í hesum málinum. Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur lagt málið fyri Aganevndina, sum framvegis viðger málið.