Landsantikvarurin
Málið um setanina av nýggjum landsantikvari hevur enn einaferð verið til umrøðu í Løgtinginum mikudagin.
Tað var Katrin Dahl Jacobsen, løgtingslimur fyri javnaðarflokkin, sum aftur mikudagin spurdi Løgmann um setanina av landsantikvari.
Hon minti á, at Løgmaður hevði lovað at kanna málið til botns. Men síðani var onki hent.
Hon vildi tí hava at vita, um hetta skuldi takast so, at Løgmaður hevði góðtikið tað, sum var farið fram.
Hon vísti eisini á, at Magistarafelagið hevði mælt til, at starvssetanin varð afturtikin og at starvsfólkið á fornminnissavninum hevði mómtælt.
Men hon vildi eisini hava at vita frá løgmanni, um hann góðtók, at Annlis Bjarkhamar hevði funnist at embætisfólki í mentamálaráðnum alment, eins og hon gjørdi í Degi og viku 10. februar.
Tá fortaldi Annlis Bjarkhamar fyri øllum Føroya fólki, at arbeiðið hjá setanarnevndini var ikki nóg gott og so kann spurnartekin setast við rættartrygdina hjá almennum starvsfólkum.
Hon helt, at tað var ógvuliga vánaligt, at tað skuldi bera til hjá einum landsstýrismanni at vera so óloyalur ímóti síni egnu umsiting.
Ein politisk setan
Andreas Petersen, løgtingsmaður vísti á, at setanarpolitikkurin hjá tí almenna var greiður.
Men tá ið so ein landsstýrismaðurin setir embætisverkið til síðis og sjálvur hevur setanarsamrøður við umsøkjarar, lyftir hann málið upp á eitt politiskt støði. Sostatt verður talan um eina politiska starvsseting.
? Og tað er harmiligt, legði hann afturat.
Tað, hann sipar til, er, at Annlis Bjarkhamar sjálv kallaði Símun Arge og Steffen Summan til setanarsamrøðu, uttanum setanarnevndina.
Katrin Dahl Jacobsen helt, at talan var um eitt politiskt mál, tí endamálið við stýrisskipanarlógini var at lyfta umsitingina upp á eitt støði, har alt skuldi fara rættvíst fram, men kortini tóktist sum um landsstýrismenn kundu gera, sum teimum lysti- so leingi talan ikki var um lógarbrot.
Sí eisini greinina "Framferðin hjá Annlis
er til óbótaligan skaða"
Mynd av Katrin Dahl Jacobsen
? Tað er ógvuliga vánaligt, at tað skal bera til hjá einum landsstýrismanni at vera so óloyalur ímóti síni egnu umsiting, sum Annlis Bjarkhamar hevur verið, sigur Katrin Dahl Jacobsen