Lovsongur við Reach 'm Loud

Lovsongsbólkurin í Kelduni hevði eina songløtu leygarkvøldið. Tað var lovsongur sum man plagar at hoyra á ungdómsmøtum.


Ummæli


Lovsongsbólkurin í Kelduni hevur fingið sær navnið Reach 'm Loud. Leygarkvøldið fóru tey á pallin í bestu festivaltíð. Sjálvur tónleikabólkurin er seks ungir mans, og teir spældu okkurt, sum líktist emo-punki, meðan tær seks sangarinnurnar komu inn á pallin.

Ein av sangarinnunum gjørdi beinanvegin greitt, at hetta var ikki ein konsert. Hetta var ein ein lovsongsløta, har øll saman skuldu lovprísa Gudi.

Og lovsongsløta var júst tað, sum áhoyrarnir fingu. Sangirnir vóru ofta langir og nógv upp í saman, og um man ikki er til tílíkan lovsong, so var kanska ikki lætt at fáa so nógv burturúr hesum. Men ungu áhoyrararnir í salinum vóru í hvussu er við uppá tað. Tey kendu sangirnar og sungu við. Sangirnir vóru typiskir samkomulovsangir, tó kanska villari enn tað plagar. Bólkurin hevði orku, men spældi ikki heilt tight allatíðina.


Ljóðið batnaði

Mannligi sangarin hoyrdist væl, men fyrstu sangirnar hoyrdust kvinnurnar illa. Tað var ikki fyrr enn tey sungu "More Love, More Power", at ljóðið varð gott. Hesin sangurin var tungur, í stíl við Evanescence, og tað riggaði væl. Hetta var besti sangurin á konsertini; nei, orsaka, á lovsongsløtuni.

Tekstirnir vóru konseptinum trúgvir – einfaldir og lovprísaðu Gudi.

Tað var sum á einum møti. Flestu áhoyrararnir vóru nokk vanir við hendan tónleikin frá ungsómsmøtum, og tey fingu júst eina tílíka lovsongsløtu.