Fløgan hevur heitið: Nær hjá Tær og kom út í síðstu viku. Sangirnir og tónleikurin á fløguni fevna breitt frá bleytum popp til rokk. Tekstirnir ber kristni boðskapin. Hetta eru stutt sagt lovsangir í rútmiskum tónleika hami.
Á tiltakinum verður tilfarið av fløguni at hoyra. Lovsongsbólkurin syngur altíð av heilum hjarta, og karmarnir í Miðlahúsinum eru vanliga nærum fullkomnir til tær inniligu konsertupplivingarnar. Tí er lagt upp til eitt stórfingið kvøld, tá konsertin verður Miðlahúsinum kl. 19 í kvøld.









