Lovsangsbólkurin í Filadelfia útgávukonsert í Miðlahúsinum

Komandi týskvøld kl. 19 verður útgávukonsert í Miðlahúsinum.

Tað er lovsangsbólkurin í Filadelfia í Havn, sum hevur útgávukonsertina í sambandi við, at bólkurin gav út lovsangsfløgu 6. desember í samarbeiði við Filadelfiforlagið í Havn. Lovsangsbólkurin í Filadelfia í Havn hevur verið virkin innan í eini 10 ár og telur bólkurin 21 limir. Til útgávukonsertina koma eini 11 av hesum at framføra ein part av fløguni. Vantast kann at eisini okkurt gott gamalt verður at hoyra.

Tónleikurin, sum verður at hoyra, fevnir breitt frá bleytum poppi til harðan popp og er tað tí nakað til øll.

Øll er hjartaliga vælkomin til tiltakið.