Sýningarnar av leikin Polaroid! Whats Realy Going On Around the North Pole í Nuuk í vikuskiftinum vóru sera væl mótiknar.
Í útvarpstíðindunum hjá KNR stóðu áskoðarar á rað fyri at lovprísa leikinum, ið fólk mettu vera bæði stuttligan og undirhaldandi.
Skoðsmálið hjá KNR er eat leikurin var Eitt festfýrverk av einum leiki, á tremur við humor, absurdum dansi og ørum innføllum, sum undirhelt áskoðaran væl.
Ein áskoðari segði:
- Tað er fantastiskt at síggja ein sovorðnan leik, við kropsligum framførslum og innihaldi, ið fortíð og nútíð at smelta saman. Tað var ein inniligur tími.
Meðan ein av kvinnuligu áskoðarunum, segði
- Eg haldi, at hetta var stórsligið. Nógvur humor, seksualitetum, kvinnuligheit, driftum, tørvum og isolatión, alt avgreitt deiliga óhátíðarliga.
Ein áskoðari segði seg hava fingið gásarhold av leikinum.
Eisini í Siku News vóru einans lovorð. Her skrivaði ummælarin, at leikarar, pallmynd og ljóðmyndir fluttu teg til Norðurpólin, og at leikurin hevði megnað at kasta alla vanahugsan innan grønlendska leiklist av sær.
1000 fólk sóu leikin í Nuuk og í dag fer leikurin á ferð og vitjar millum annað Norðulandahúsið í Havn og Operahúsið í Keypmannahavn.
Framførslan í Nuuk varð upptikin av grønlendskum sjónvarpi og verður í næstum sendur har.