Lovisa verður kostfakligt starvsfólk á Skúlatrøð

- Við hesi verkætlan slóða vit fyri á økinum, og tað eri eg ógvuliga errin av, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

Lovisa Lassen gjørdist útbúgvin sum føðsluatstøðingur í 2010 og sum professiónsbachelor í "ernæring og sundhed", sum tað verður rópt, í 2018. Harumframt hevur hon viðkomandi arbeiðsroyndir.

 

- Lovisa hevur arbeitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum handvekrari í køkinum og sum kostrøktarstarvsfólk í eitt tíðarskeið, har hon var verkætlanarleiðari. Hon hevur eisini royndir frá Landssjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, umframt at hon hevur undirvíst á Húsarhaldsskúla Føroya.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu, og her verður lagt aftrat, at Lovisa Lassen byrjar sum kostfakligt starvsfólk á Skúlatrøð hin 1. apríl í ár.

 

Uppgávan hjá henni verður eitt nú at útvega skúlanæmingum eina heilsugóða millummáltíð, sum yvir tíð skal mennast soleiðis, at skúlanæmingar ikki longur hava tørv á matpakka hvønn dag. 

 

Harumframt skal Lovisa taka sær av ymiskum praktiskum og somuleiðis orða ein mat- og máltíðarpolitikk, sum setir karmar um matarskipanina. 

 

Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini, fegnast um, at undirtøka hevur verið í býráðnum fyri hesi verkætlan.

 

- Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at kommunan áhaldandi raðfestir átøk, sum geva børnum og ungum orku og megi í gerandisdegnum, og tað eri eg sannførd um, at ein mat- og máltíðarskipan kann birta undir.

 

- Við hesi verkætlan slóða vit fyri á økinum, og tað eri eg ógvuliga errin av, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Í stuttari viðmerking til heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu sigur Lovisa Lassen, at tilvitska og kunning um heilsugóðan mat er eitt umráðandi øki at varpa ljós á, og tí gleðir hon seg at byrja í starvinum á Skúlatrøð.