Fakfelagspolitikkur
Hetta er einki minni enn ein krígsavbjóðing. Og kríggj skal landsstýrið fáa.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at tað, sum hendi á Føroya Løgtingið mikukvøldið, er einki minni enn svartasta sorgarløtan í søguni hjá føroysku fakfeløgunum. Og hetta var eisini eitt svart kapittul í søgu Føroya Løgtings.
Hóast maskinmeistararnir og SEV vóru samd um ein nýggjan sáttmála leygarkvøldið, gjørdi landsstýrismaðurin av at vraka úrslitið.
Og mikukvøldið gjørdi Løgtingið av at banna verkfallinum hjá maskinmeistarunum við lóg og at longja sáttmálan til 1. desember, sum er aftaná at samráðingarnar á almenn arbeiðsmarknaðinum eru lidnar.
Samráðingarnarímillum SEV og maskinmeistararnar er í veruleikanum ein sólskinssøga, tí partarnir samdust áðrenn arbeiðssteðgur tók seg upp ófriður varð.
Men hóast politikarar ferð eftir ferð hava júkað um tað neyðuga í at hava frið á arbeiðsmarknaðinum, ganga teir sjálvir á odda fyri at skapa ófrið og vrakaðu semjuna.
Løgtingið máttu vita, at fakfeløgini fara ikki at lata hetta fara afturvið borðinum og tað boðaðu vit eisini frá frammanundan.
Nú er ruðulleiki skaptur á arbeiðsmarknaðinum, men hetta er ein støða, sum landsstýrið og løgtingið hava alla skyldina av.
Men tað tykist um um at skipaðu viðurskifti, sum politikarar eftirlýsa á arbeiðsmarknaðinum, er tað at Løgting og landsstýrið skulu knúsa samráðingarrættin hjá fakfeløgunum og tað fara vit ikki at góðtaka undir nøkrum umstøðum.
Hava biðið um rok í heyst
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta er ein støða, sum fakfeløgini als ikki kunnu góðtaka og hóast verkfallið er av í fyrstu syftu, eru allar súður als ikki syftar enn.
Sjálvur væntar hann at hetta fer at fáa fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum at sjóða seg enn meiri saman enn tey hava verið og hann væntar eisini, at tiltøk fara at verða sett í verk í komandi tíðum.
Tað, sum hendi í tinginum, er so groft brot á okkara fakfelagsrættindini, at tað kann ikki standa ósvarað.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at nú hevur løgtingið tikið tannn rættin frá fakfeløgunum, sum tey hava stríðst fyri og ført okkum aftur í eina støðu, sum øll heimsins lond hava brúkt nógv ár ár um at sleppa burturúr.
Sjálvur ivast Gunnleivur Dalsgarð ikki í, at hetta fer at føra við sær, at samráðingarnar ímillum almennu fakfeløgini og fíggjarmálaráðið fara at vera truplar.
Fara vit at sleppa unfan verkfalli?
Tað er sjálvandi ringt at siga nú, men eg má viðganga, at tað er ógvuliga svart út.
Gunnleivur Dalsgarð sigur at tað er ongin grund at halda, at sáttmálin hjá SEV fer at verða brúktur sum fyridømi í samráðingunum í oktober.
Maskinmeistararnir og SEV gjørdi eina semju, sum SEV helt at tað hevði ráð til. Táið vit fara at samráðast við fíggjarmálið, er talan um heilt nýggjar samráðingar, tí tá kunnu fortreytirnar verða fullkomiliga broyttar.
Gunnleivur Dalsgarð sipar til, at prísirnir eru hækkaðir nógv og útlit eru fyri, at teir fara at hækka enn meir og tað er hetta, sum verður grundarlagið undir krøvunum hjá Starvsmannafelagnum.
Merkir tað, at tit fara at krevja lønarhækkingar?
Tað ber ikki til at siga beint nú. Men tað er sjálvsagt, at vit fara at krevja, at vit ikki missa keypiorku, so tað verður í øllum førum minstakrav, at reallønin ikki lækkar. Men samstundis hevur Bárður Nielsen boðað frá, at hann vil hava eina null-loysn og tað merkir í veruleikanum, at hann vil hava, at keypiorkan skal lækka.
Missa vit tamarhald á tí, vísir tað seg at vera ómetaliga ringt at vinna innaftur. Tí eru útlitini fyri samráðingunum í heyst ógvuliga døpur, tí landsstýrið hevur beinleiðis biðið um truplar samráðingar, sigur Gunnleivur Dalsgarð.











