Lovar at leingja skattalætta

Í dag fer Barack Obama, forseti, ætlandi at boða frá, at hann vil hava Kongressina at leingja tann tíðaravmarkaða skattalættan hjá teimum, sum forvinna minni enn 250.000 dollarar um árið.

Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum sigur, at forsetin fer at halda røðu uttan fyri Hvítu Húsini í dag, og at hann tá fer at boða frá ætlan síni.

Síðani forsetavalstríðið byrjaði, hevur Barack Obama lagt dent á, at hann ætlar at virka fyri lægri skatti til tey við meðal- og láginntøku. Republikanararnir vilja hinvegin hava skattalætta til øll og ikki bara til teirra, sum forvinna minni enn 250.000 dollarar um árið.