Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, lovar nú at finna eina loysn á trupulleikanum, sum nøkur fólk hava av, at tað er so nógvur larmur og roykur frá skipum, sum liggja við bryggju ymsastaðni í Føroyum.
Tað eru nøkur fólk, sum kæra sína neyð um, at tey fáa ikki náttarfrið fyri larmið frá motorum, og tey hava eisini ampa av at summi skip rúka so illa.
Og ní hevur Terje B. Vestergaard, sum hevur sæti á Løgtingi, spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við tað.
Helgi Abrahamsen sigur, at ein loysn skal finnast, og hann vónar at tað ikki gongur ov long tíð til greiða er fingin á, hvussu trupulleikin kann loysast.
Og hann veit heldur ikki, hvussu hann skal loysast.
Tí skil veit hann ikki um hetta skal gerast í eini kunngerð, ella boðum, ella um uppskot skal leggjast fyri Løgtingið.
Hann hevur havt fund við SEV, um møguleikarnar fyri landstreymi og í næstum skal hann hava fund við umboð fyri tær føroysku havnirnar kring landið.
Á tí fundinum er ætlanin at fáa greiðu á, hvørji tiltøk havnirnar sjálvar kunnu seta í verk, og hvørjar reglur tað er neyðugt hjá landsstýrismanninum at seta gildi fyri allar havnirnar fyri at avmarka ljóð- og luftdálkingina frá skipunum.
Av tí at málið er so ógreitt enn, ber heldur ikki til at meta um, hvat tað fer at kosta kommununum, sigur Helgi Abrahamsen.
Men ein møguleiki er, at kommunurnar kunnu selja streym úr landi, fyri at vinna íløgurnar inn aftur.