Lovandi rokkur frá Credo

Credo hevur evnini at gerast nógv tann besti kristiligi rokkbólkurin í Føroyum, hetta vístu teir fýra tónleikararnir í bólkinum á framførsluni í kvøld. Teir fýra, ið eru grundin í bólkinum, spæla væl og liva fullkomiliga við. Stutt sagt so rokka teir.

 

Við sær á pall høvdu teir fýra í bólkinum tvær songkvinnur, ið eftir øllum at døma eru vorðnar partur av Credo, í mun til restina av bólkinum, sum veruliga rokkaði tyktust hesar báðar als ikki at vera við uppá tað, og stóðu nokkso hjálparleysar á pallinum. Tær báðar Asta og Signa syngja sum so væl, men teirra røddir hóska ikki til tónleikin hjá Credo. Hóast at vit í fyrsta lagnum fingu ávísar Evanescence referansur, so bar røddin hjá Astu ikki heilt hesa samanbering.

Í tí eina friðarliga lagnum riggaðu kvinnurøddirnar tó væl.

 

Í lagnum Stuck vísti Credo tó veruliga, hvussu góður bólkurin er. Trummuleikarin sang, og hann hevur eina ordiliga feita og egna rødd, hóast hann sat aftanfyri trummurnar, var eingin ivi um, at hetta var oddamaðurin í Credo. Ynskiligt hevði verið um Credo lærdi av bólkum sum White Stripes og 200, og fluttu trummuspæli fremst í pallmyndina, so kundu kvinnurøddirnar flutt aftur á pallin og aftur í ljóðmyndina ella kanska heilt av pallinum. So tær ikki stóðu fyri oddamannin. Torir bólkurin at gera neyðugu broytingarnar, kann hetta gerast ein av okkara allar bestu bólkum.