virgar Hvidbro tosaði beint fyri døgurða við umboð frá FIFA.
- Tey vátta fyri okkum, at tær útrokningar, vit hava gjørt, sum geva somu úrslit sum football-rankings.info, eru púra rættar. Føroyar hava fleiri stig enn Wales, um vit taka allar desimalir við, sigur Virgar Hvidbro.
Hann leggur dent á, at talan ikki er um eina almenna fráboðan frá FIFA, men eitt munnligt svar frá einum umboði.
- Okkara fyrispurningur skal í gjøgnum fleiri instansir, áðrenn nøkur endalig fráboðan kemur, men hetta er so fyribils svarið, vit hava fingið, sigur Virgar Hvidbro.
Aðalskrivarin vísir á, styrkislistin, sum londini verða bólkaði eftir, kemur út 27. juli, men av tí, at evropeisku londini gera millum lítið og einki við fótbóltin í juli, fer støðan neyvan at broytast.
Við tí í huganum og nýkomnu boðunum frá FIFA sær út til, at Fótbóltsføroyar hava okkurt at gleða seg til.
rolant@sosialurin.foß










