-Vit vilja skapa eitt fantastiskt summarkvøld í Føroyum. Og tá fólk fara avstað aftur, skulu tey siga, at hatta var heilt ótrúligt Somikið stór eru lyftini, sum frontfigururin í Scorpions, Klaus Meine, hevur at bera í serliga Summar Festival blaðnum, sum er í Sosialinum í kvøld.
Rockstjørnan, sum seinastu triðings øldina hevur gjørt um seg á altjóða tónatindunum hevur roynt tað mesta, sum er at royna innan yrkið, men enn hevur hann so ikki verið í Føroyum. Ein uppliving, sum hann gleðir seg til.
- Vit vita, at tað eru nakrar vakrar oyggjar, ið vit skulu vitja. Vit hava verið á internetinum og leita eftir upplýsingum um Føroyar. Tað er langt burturi, men vit hava samband umvegis tónleikin, og nú koma vit at rocka víkingarnar, sigur hann.
Og tað verður so við øllum teimum kendu slaggarunum, lovar hann. Og munnu áhoyrararnir ikki gleða seg, til Winds of Change, Rock You like a Hurricane, Still Lovin You og øll hini hittini fara at runga um Vágsbø fríggjakvøldið.