Lova grikkum hjálp

Grikska stjórnin fekk í gjár vissu fyri, at landið fer ikki á húsagang. Aftan á ein ríkis- og stjórnarleiðarafund í ES í gjár segði ES-forsetin, Herman Van Rompuy, at evrulondini hava veitt vissu fyri, at tey eru til reiðar at lata grikkum ta neyðúgu hjálpina, so landið ikki fer av knóranum. Hann legði tó dent á, at Grikkaland hevur ikki biðið um hjálp.

Grikkaland skal rinda meiri enn 70 milliardir krónur í avdrøgum í ár. So nógvar pengar hevur landið ikki, og tað má tí fáa hjálp til at endurnýggja skuldina.

Sum skilst verða tað Týskland og Frakland, sum skulu veita trygd fyri teimum nýggju lánunum.