Lova fátækum børnum hjálp á ólavsøku

Limir í samgonguni bæði lova og krevja, at á ólavsøku skal ein ordilig ætlan setast í verk, sum lyftir tey fátæku í Føroyum upp um fátækamarkið

Tey, sum eru fátæk í Føroyum, mugu lata sær lynda at liva undir fátækamarkinum í nakrar mánaðir afturat.

 

Tað er greitt, eftir at løgtingið, ikki óvæntað, feldi uppskotið hjá andstøðuni um at hækka barnaískoyti til tey børn í Føroyum, sum eru ringast fyri.

 

Tað skal gerast eftir umsókn, sum Almannastovan skal viðgera og tilsamans fer tað at kosta 9,2 milliónir.

 

Tey í samgonguni siga, at uppskotið er ógreitt, og at tað hevði verið ringt hjá Almannamálaráðnum at umsita. Tað hevði eisini verið ringt hjá Almannaverkinum at viðgjørt umsóknirnar.

 

Tað er eisini ógreitt, um hetta uppskotið hjá andstøðuni eisini hjálpir akkurát teimum, sum ætlanin er at hjálpa.

 

Tey ásannaðu at tey kundu kanska gjørt eitt broytingaruppskot, men tey halda, at tað má gjøgnumarbeiðast soleiðis, at tað kemur at fevna um tey, sum hava mest tørv á hjálp.

 

Í staðin fyri at taka undir við hesum, mæla tey í samgonguni til at ein bólkur við umboðum úr øllum flokkum verður settur at finna útav, hvussu tað ber til at veita teimum hjálp, ið eru í fíggjarligari trongstøðu.

 

Tey siga, at tað er neyðugt at kanna málið gjølligari fyri at tryggja, at hjálpin eisini kemur til teirra, sum hava brúk fyri henni.

 

Í hesum sambandi er tað eisini neyðugt at hyggja at øðrum skipanum, eitt nú skattaskipanum, bústaðarstuðuli, rættinum at sleppa at arbeiða fulla tíð, stuðulinum og vegleiðing til útbúgving, og eftir rættinum hjá børnum til bæði foreldrini, siga tey í meirilutanum.

 

Og tá ið málið var til viðgerar í løgtinginum, vóru tað fleiri umboð fyri samgonguna, sum bæði lovaðu og kravdu, at eitt uppskot verður lagt fyri løgtingið á ólavsøku.

 

Tey siga, at arbeiðast skal við málinum í summar, so at málið verður klárt at leggja fyri løgtingið beint eftir ólavsøku. Tey søgdu, at tey ætlað ikki at helma í, fyrrenn málið er lagt fram, siga tey í samgonguni.

 

Í samgonguni søgdu  tey eisini, at tað hevði verið so nógv lættari at hjálpt teimum, sum vóru illa fyri, varð ríkisveitingin ikki skerd 366 milliónir um árið frá 2002, tí tað hevur higartil kostað landskassanum seks milliardir.

 

Tey í andstøðuni hildum, at tað er einki í vegin fyri at samtykkja hetta uppskotið, tí tað hjálpir alt fyri eitt. Og verður okkurt annað sett í verk seinni, kann hetta setast úr gildið aftur.

 

Tey í andstøðuni skilja heldur ikki, hví akkurát hetta málið skal kannast út í æsir, tí samgongan hevur trumlað so nógv onnur stórmál ígjøgnum løgtingið upp á onga tíð.

 

Men her er eitt mál, sum kostar 9,2 milliónir, men tað krevur samgongan, skal gjøgnumhugsast væl og virðiliga, harmast andstøðan um.