Hóast samgongan nú samtykkir at seta eina nýggja skipan við flatum skatti í gildi, er tað alt, sum bendir á, at hetta bara verður ein fyribils skipan
Allir tríggir flokkarnir í andstøðuni, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn lova nevniliga, at skipanin við flatskatti verður bara ein stokkutur hiti, tí hon skal avtakast aftur so skjótt, sum høvi yvirhøvur býðst.
Tað gera umboð fyri allar tríggjar andstøðuflokkarnar púra greitt fyri Sosialinum í dag.
- So skjótt, sum hendan samgongan skrædnar, og vit fáa ávirkan aftur í samgongu, verður skipanin við flatskatti broytt aftur, siga umboð fyri allar tríggjar samgonguflokkarnar.
Úr Javnaðarflokkinum vátta bæði Rigmor Dam, tingkvinna og Aksel V. Johannesen, floksformaður, at so skjótt, Javnaðarflokkurin fær ávirkan aftur, verður skipanin við flatskatti broytt aftur.
Tað sama sigur Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, sum er talskvinna hjá flokkinum í hesum máli og sum umboðar flokkin í Fíggjarnevndini.
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, heldur eisini, at skipanin skal broytast, men hann leggur dent á, at broytingar mugu gerast alt fyri eitt.
Ikki aftur til tað gamla
Hóast allir tríggir andstøðuflokkarnir eru samdir í, at skipanin við flatskatti skal burtur aftur sum skjótast, eru teir eisini fullsamdir um, at vit skulu ikki aftur til skattaskipanina, vit hava nú.
Allir tríggir flokkarnir eru samdir um, at lønin hjá fólki er ov hart skattað.
- Skatturin á lønum má lækkast, men tað skulu vera tær lægru inntøkurnar, sum fáa tann mesta skattalættan, halda Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.
Tað er Poul Michelsen samdur í, men hann heldur, at tað má eisini okkurt gerast fyri tær høgu inntøkurnar fyri at varðveita tær í landinum.
- At seta eina skipan við fløtum skatti í gildi, er ein ein hugsjónarlig avgerð og tað ber til at broyta eina slíka skipan aftur, sigur Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum.
Og hon leggur afturat, at so skjótt Javnaðarflokkjurin fær ávirkan aftur, verður sjálvsagt farið undir eina núggja skattaskipan, sum er meiri rættvís, sum hon málber seg.
Rigmor Dam ivast ikki í, at tað verður ongin trupulleiki at fáa stóra undirtøku fyri at leggja skattin um, tí øll eru samd um, at skatturin av lønum er ov høgur.
Tað, sum tey í Javnaðarflokkinum hugsa um, tá ið tey tosa sum eina rættvísa skipan, er, at tað skulu vera lág og miðalinntøkurnar, ið fáa skattalættan og ikki tær hægstu inntøkurnar, sum ikki hava brúk fyri tí.
Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins staðfestir somuleiðis, at so títt og knapt tey fáa ávirkan aftur, verður skattaskipanin broytt.
Men hann leggur eisini stóran dent á, at samstundis er tað neyðugt, at skattalættin verður fíggjaður og tað skal gerast við at umleggja skattin til onnur gjøld, eitt nú tilfeingisgjøld.
Sjálvur heldur hann, at tað einasta rætta er at seta ein nevnd við umboðum fyri øllum flokkum og við búskaparfrøðingum og skattaserfrøðingum at gera eina nýggja skattaskipan, sum kann fáa dygga, politiska undirtøku.
Langtíðarloysn
Kristina Háfoss heldur, at skattaviðurskiftini eru so mikið grundleggjandi fyri einstaklingar, vinnulív og alt samfelagið og tí er tað serstakliga óheppið, at tey ikki liggja í eini fastari og tryggari legu.
- Tað ber ikki til at skattaviðurskiftini verða broytt í tíð og ótíð.
- Men vit eru púra sannførd um, at hendan flatskattaskipanin, sum nú verður skrumblað ígjøgnum tingið, skal ikki verða okkara framtíðar skattaskipan og tí skal hon broytast, so skjótt høvið býðst.
Hon samd við Javnaðaflokkin í, at tað er neyðugt at seta eina nevnd, sum kann finna eina langtíðarsemju og tað hevur hon eisini skotið upp.
- Vit mugu finna semja eina nýggja skattaskipan, sum hevur ein bul, ið heldur í eini 10-20 ár.
- Tí er tað neyðugt, at umboð fyri allar flokkar seta seg saman og finna eina semju, men meginreglan skal vera, at skatturin á lágar- og miðalinntøkur skal lækka.
Kristina Háfoss leggur dent á, at skal skatturin á lønir lækkast, verður neyðugt at finna aðrar inntøkur at figgja skattalættan við, tí hallið á fíggjarlógini má ikki veksa av hesi orsøk.
Hon vil ikki binda seg fasta í, hvussu skattalættin skal fíggjast, um, hvat hon hugsar um, men Tjóðveldi hevur nevnt, at tilfeingisgjald kann vera við til at fíggja ein skattalætta á inntøkum og flokkurin heldur eisini, at skatturin av kapitalvinningi má endurskoðast.
Alt fyri eitt
Hóast Poul Michelsen er sinnaður at vera við í eini nevnd, sum skal endurskoða skattaskipanina og finna eina langtíðarsemju, heldur hann, at tað verður neyðugt at broyta flatskattin alt fyri eitt.
Hann hevur ikki álit á, at ein nevnd klárar at koma til eina niðurstøðu tey fyrstu árini.
Nevndararbeiðið í sambandi við kommunubygnaðin og eftirlønirnar ræða, tí tað hevur vart í fleiri ár, uttan at nakað úrslit er komið burtur úr.
Tí er formaðurn í Framsókn sannførdur um, at skattakipanin má broytast alt fyri eitt, men so kann ein nevnd setast at finna eina langtíðarsemju.
- Tað verður neyðugt at lækka skattin á lønir. Men talan vera um ein skattalætta, sum kann seta ferð á samfelagið og tí má hann latast teimum, sum fara at brúka hann til økta nýtslu.
- Tey, sum hava størstan tørvin á skattalætta eru húski við børnum. Fáa tey skattalætta, fara at brúka hann til økta nýtslu. Flatskatturin, sum nú verður settur í verk, setir ikki ferð á búskapin, tí hann fer til tær høgu inntøkurnar, sum ikki hava brúk fyri skattalætta og sum ikki fara at brúka pengarnar, men heldur spara hann upp ella rinda húsaskuld fyri hann.
Poul Michelsen sigur, at skattalættin má leggjast til tær inntøkubólkar, sum eru í vanda fyri at flyta av landinum.
- Tað eru fyrst og fremst húskini við børnum. Tað er so mikið nógv lættari at vera familja við børnum í Danmark, at barnafamiljur hava lyndi at flyta av landinum og sostatt útflyta vit okkara framtíð.
- Men tað verður altso eisini neyðugt at fáa skattin niður á háinntøkum, so at hann verður kappingarførur við skattin í øðrum londum, so tey ikki flyta.
Poul Michelsen sigur, at tað er neyðugt, at skattalættin verður fíggjaður og tað skal hann gerast við nýskipanum.
- Vit skulu leggja tilfeingisgjald fiskivinnu og vit skulu eisini avtaka frádráttin til sjómenn og rentustuðulin til sethúsalán fyri at fíggja ein skattalætta, sigur Poul Michelsen.