Loutallica bannað í Bretlandi

Verkætlanin hjá Lou Reed og Metallica, sum eitur Loutallica, sendi út sína fyrstu lýsing fyrst í hesum mánaðinum. Men lýsingarplakatin líkist ov nógv graffiti, og tí er hon bannað í eitt nú metrostøðunum í London.

 

Tað er talan um eina plakat av komandi fløguni við heitinum “Lulu”.

 

Leiðslan í Transport for London, sum stendur handan sensurin sigur, at plakatin líkist ov nógv “streetart” og graffiti, og tí skulu tær ikki upp at hanga.

 

Hetta er ikki ein óvæntað avgerð, tí Transport for London hevur mangan áður bannað graffiti líknandi myndum og plakatum.

 

Hetta er orsaka av, at felagið vil fyribyrgja, at graffiti verður gerandiskostur í metrostøðunum.

 

Hetta veit gaffa.dk í dag.