Lounge
Um tú kannar týdningin av orðinum lounge, so finnast tað nógv orð, ið lýsa orðið lounge á føroyskum. Fínastova, góðastova, tilhaldsstova og salong eru bert nøkur av orðunum, ið samsvara við enska orðið lounge.
Síðsta skríggj hjá Hotel Hafnia er eisini ein lounge. Har er eisini rættiliga fínt. Veggirnir eru málaðir ein ljósan lit, møblarnir eru reyðir, djúpir og góðir at sita í, veggirnir eru prýddir við málningum og rútarnir tryggja, at tann einstaki lívsnjótarin innanfyri ikki skal kenna seg eygleiddan av mannamúgvuni á Áarvegnum.
Nýggja loungin hjá Hafnia er eitt íkast til tað virksemi, sum hotellið hevur, sigur M.C. Restorff, sum samin við beiggja sínum, Johan, eigur og rekur Hotel Hafnia.
Á samkomu mánadagin greddi M.C frá, hvussu tað fyrr var siðvenja hjá fólki at drekka kaffi á Hafnia, og hvussu gestirnir á Hafnia fyrr plagdu at savnast í tilhaldsstovu, har eisini mangt vinaband varð knýtt.
Nýggja loungin hjá Hafina kemur at hava opið hvønn dag. Loungin bjóðar sínum gestum bæði heitt og kalt. Á samkomuni vísti M.C. á, at teir leggja mest eftir at skapa eitt umhvørvi, har fólk kunnu koma inn og njóta ein kaffimunn við onkrum afturvið. Hann sigur, at teir hava lagt seg eftir at gera eitt so gott høli, sum teir megna. Størstu íløguna sigur hann vera, umframt sjálva byggingina, kaffimaskinan. Eisini hava teir gjørt íløgur í nýggja ljóðútgerð eins og útluftningurin sigst at vera einastandandi. Gestirnir fáa eisini nakrar sterkari dropar í glasið, um teir ynskja tað.
M.C. greiddi frá, at teir við hesum nýggja staðnum ynskja at nøkta tørvin hjá búgvandi gestunum, sum í longri tíð hava sóknast eftir einum tílíkum tilboði. Eisini áðurnevndu orsøkirnar, um at tað eru ávísar traditiónir fyri hesum á Hotel Hafnia fyri hesum slagnum av virksemi.
Tað verður stórur dentur lagdur á, at staðið skal halda ein ávísan stíl, sum skal vera fyri øll, har tað vera skipaðar umstøður rundanum.
Føroyskir hondverkarar hava staðið fyri arbeiðinum, men teir hava fingið serkøna hjálp úr Danmark til at innrætta hølini. Hafnia Lounge, sum staðið eitur, fer at hava opið hvønn dag frá klokkan 14.










