Vit eru stødd í einum staði norðast í Sælandi í Danmark, har mann heilsar uppá sín granna, har børnini renna frítt runt, har húsini eru sjálvgjørd, og har vistfrøðin og burðardygdin verða sett í hásæti.
Staðið kallast Dyssekilde og er eitt alternativt vistfrøðiligt býarsamfelag.
Louise Lindenskov er ein av fleiri føroyingum, sum hava sín gerandisdag her. Fríheitin og felagsskapurin í vistsamfelagnum minnir hana um Føroyar.
- Dyssekilde minnir meg onkursvegna øgiliga nógv um at vera í Føroyum. Um eg gangi ein túr gjøgnum býin, so kenni eg næstan øll. Her er altíð okkurt at gera, og mann nýtist so ikki at keða seg her, sigur Louise Lindenskov, sum arbeiðir í lokalu heilsubúðini í Dyssekilde, har stórt úrval av vegetariskum og vistfrøðiligum vørum er.
Í Vikusskiftis Sosialinum er ein longri reportasja frá Dyssekilde, har vit fylgja Louise Lindenskov í nakrar tímar og hitta íbúgvar í alternativa vistsamfelagnum, og ein teirra er Dagmar Sørensen úr Havn.
Sí myndir frá hugnaliga, kreativa og hugkveikjandi Dyssekilde niðanfyri.