Louisa selur vørur til luksusdjór

Louisa Golightly, sum eigur nýggja nethandilin, sigur, at vørur eru á goymslu í Sørvági og kunnu sendast um landið.

Luksusdjór er nýggjur djórahandil á netinum. Navnið á handlinum er - Luksusdjór - og her verða seldar vørur til hundar og kettur.

 

- Í vøruúrvalinum er eitt nú fóður, góðbitar, hálsbond, leiðibond, leikur og skálir, sigur Louisa Golightly í Sørvági, sum eigur handilin.

 

Hon sigur, at eitt nú ber til at keypa fóður, ið er kornfrítt, hveitifrítt og gluten frítt. Hetta riggar væl til hundar við sartum maga, samstundis sum tað minkar um vandan fyri fóður-allergi.

 

- Handilin hevur eisini eitt spennandi úrval av vørum til røkt av djórum, eitt nú sjampo av merkinum Pet Head, ið er gjørt av stovnarunum av Bed Head.

 

Louisa Golightly sigur, at vørur eru á goymslu í Sørvági og kunnu sendast við Posta ella heintast í Sørvági, Tórshavn ella Klaksvík.