Enska Lotus, sum í 80’unum taldist millum sterkastu feløgini í Formel-1, er nú aftur á veg inn í ítróttina. Við malaysiskum milliónum í rygginum skal Lotus á kortið til komandi kapping, og tað verður ikki við mýkindum, siga eigararnir. Soleiðis kundi felagið um vikuskiftið boða frá, at Jarno Trulli og Heikki Kovalainen verða teir, sum skulu koyra bilarnar komandi ár. Lotus er eitt av fýra nýggjum liðum í Formel-1 komandi kappingarár.










