Um hálvgum trý tíðini í gjár, fekk løgreglan fráboðan um, at ein lítil grind svam inn eftir Sørvágsfirði. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Lokali sýslumaðurin avgjørdi tó, at lata grindina fara, tá talan einans var um einar fýra til fimm hval.
Talan var um fyrstu fráboðan um grind, síðani Sea Shepherd endaði sítt átak móti grindadrápi í síðstu viku. Føroyingar hava dripið 490 grindahvalir í summar, meðan Sea Shepherd vil vera við, at tey hava rikið hundraðtals av hvalum aftur til havs, ið hava nærkast Føroyum.