Lótu børnini sita leys í bilinum

Enn kemur tað fyri, men tað er dýrt hjá bilføraranum

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Eysturoynni. Hetta var um tað mundi tá ið skúladagurin byrjaði, so har vórðu eisini fleiri bilar við børnum í, kannaðir.

 

Og løgreglan sigur, at í hesum sambandi vóru tað trý dømi um, at børn ikki brúktu tað kravdu trygdarútgerðina, sum tey skulu brúka eftir lógini. Tað merkir, at tey sótu ikki í seðla.

 

Tá ið talan er um børn undir 15 ár, er tað ábyrgdin hjá bilføraranum at syrgja fyri, at tey sita í seðla. Sostatt fingu hesir tríggir bilførararnir 1500 krónur í bót í part, umframt at teir fingu hvør sítt klipp í koyrikortið.

 

Ein bilførari fekk eisini 1500 krónur í bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon og ein fekk bót fyri at koyra ov skjótt.i gjárkvøldið varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra við kenning.