Lottovinnarin á harmonikutúr

Nýggjasti millíóningurin í Føroyum, Karin Maria Mogensen, fór beina leið umborð á Norrønu á harmonikutúr, sum hon hevði vunnið í bingo

LOTTO

Millum ferðafólki við Norrønu á Harmonikutúrinum fyrr í vikuni hevði eitt teirra eina serliga orsøk at fegnast.
Karin Maria Mogensen vann leygardagin 3,5 mió. kr. í lotto. Undan hesum hevði hon vunnið ein harmonikutúr i Bingo! Jú, eydnan hevur fylgt henni seinastu tíðina.
Dansk Tipstjeneste, sum hevur lotto undir hond, lýsir dúgliga við spurningin, hvat ein hevði husað, um ein vann. Og hetta kann Karin Maria nú seta seg at hugsa um.
Karin Maria er úr Grønlandi, og hon hevur bert búð í Føroyum í eina tíð. Hon er gift Jaspur Eliasen, Jaspur hjá Erik, í Fuglafirði.
Tá vit hittu hana við ferjuleguna hjá Norrønu var hon ikki so prátingarsom, eftir drúgva túrin á sjónum.
Sjálv tosar hon ikki nógv føroyskt, men hon vildi fegin siga okkum, at tað kendist sera gott at hava vunnið.
Lottoseðilin varð keyptur hjá Haraldsen í Fuglafirði, og hann bygdi á eitt system við átta krossum.
?Eg segði, at mítt system fór at rigga, sigur Karin Maria við smíli.
Og hvør kann siga hana ringa fyri at smíla, tá tað gongur so mikið væl.
Sosialurin ynskir henni hjartaliga til lukku við vinninginum.