Loksins hevur hepni føroyski lottovinnarin boðað frá, at hann hevur vinnaraseðilin.
Tað upplýsir Danske Spil í morgun.
Tað hevur tikið eina viku at finna fram til føroyingin, sum farna vikuskifti vann 15 milliónir krónur í lotto, men í morgun visti Danske Spil endiliga at siga, at viðkomandi hevði sett seg í samband við tey.
Vinnarin ynskir kortini at vera fullkomiliga ónevndur, og tí ber ikki til at siga nakað um viðkomandi.










