Lottovinnari: - Eg hevði ikki ráð til ljós og hita

Ein grønlendingur úr Tasiilaq gjørdist herfyri hepni vinnarin av stívliga 5,4 miljónum krónum, og hesar komu á eitt turt stað.

Ein grønlendingur í 40-unum, sum er úr Tasiilaq, gjørdist herfyri hepni vinnarin av stívliga 5,4 miljónum krónum í Eurojackpot, og hetta kom sambært manninum sjálvum á eitt turt stað, sum sagt verður.

 

- Eg eri virkuliga glaður. Seinastu 3-4 árini hava verið eitt stríð, síðan eg fór á heysin við mínari fyritøku. Eg havi verið heilt har niðri, har eg hvørki kláraði at gjalda fyri olju ella el.

 

Grønlendingurin sigur við sermitsiaq.ag, at tað hevur verið strævið hjá honum at stríðst seg upp aftur.

 

- Og nú hendir so hetta. Tað er heilt fantastiskt, sigur hepni vinnarin í Tasiilaq, tá Danske Spil hevur hann í telefonini.

 

Tað hevur tikið grønlendinginum nakrar dagar bara at finna út av, at tað er hann, sum nú er vorðin miljóningur, sjálvt um prátið hevur gingið dúgliga í lítla umhvørvinum, har vinnaraseðilin varð keyptur.

 

- Tað eru fýra tímar á muni millum klokkuna í Danmark og Grønlandi. So, tá tølini vórðu drigin, var tað nátt í Grønlandi. Teir næstu tveir dagarnar høvdu vit familjutiltøk, so eg hugsaði slett ikki um lottoseðlin.

 

Tað var ikki fyrr enn fyrrverandi kona hansara ringdi og spurdi, um tað møguliga var hann, sum hevði vunnið i lotto, at hann fór at hugsa um hetta.

 

- Eg havi spælt í lotto, síðan eg var 18 ára gamal, so hon visti, at eg hevði spælt við, tá eg havi havt ráð at spæla. Viðurskiftini millum okkum eru góð, og vit snakka saman um nógv ymiskt.

 

Grønlendingurin kundi í fyrstu syfti ikki svara konu síni, tí hann mintist ikki, um hann yvirhøvur hevði keypt lottoseðil hesaferð. Um hann hevði, so lá seðilin á skrivstovuni, har hann arbeiðir.

 

Maðurin úr Tasiilaq, sum var hin hepni vinnari, eigur fimm børn í aldrinum 1 til 27 ár. Haraftrat hevur hann damu, sum eigur tvey børn. So, eftir øllum at døma hevur hann nógv at brúka pengarnar til.