Lottoterminalarnir hjá Kiosk Activ koyra aftur

Viðurskiftini eru við at koma í rættlag í teimum trimum kioskunum hjá Kiosk Activ, sum herfyri varð koyrt í likvidatión Eigarnir hjá Kiosk Activ, Regin við Skipá og Niels Viggo Niclassen eru við at fáa teir síðstu snøklarnar uppá pláss, so kioskirnar hjá Kiosk Activ koma upp á sama støðið, sum tær vóru á, áðrenn eigarnir báðir vóru tiknir á bóli, sum teir sjálvir siga, tá Skráseting Føroya kravdi felagið í likvidatión, tí ársroknskapurin ikki varð latin inn.

Teir siga, at viðurskiftini nú eru greidd. Tað síðsta, sum er komið upp á pláss í Jónas Broncksgøtu, Steinatúni og J. C. Svabosgøtu er, at Lottoterminalarnir aftur virka.

Fólk kunnu nú spæla lotto, vedda og spæla skavispøl í øllum kioskunum hjá Kiosk Activ. Vøruúrvalið verður eisini optimalt aftur, siga teir.