Ein lottospælari í USA hevur vunnið 1,58 milliardir dollarar, svarandi til umleið 10,7 milliardir króur,í spælinum Mega Millions.
Tað skrivar fleiri amerikanskir miðlar, teirra millum CNN.
Lottoseðilin er seldur í Florida, men vinnarin ella vinnararnir hava enn ikki gjørt vart við seg.
Vinnarin ella vinnararnir fáa útgoldið 783,3 milliónir dollarar fyri skatt alt fyri eitt ella kunnu tey ella teir fáa vinningin útgoldnan í minni bitum yvir 29 ár.
Vinningurin er ein av teimum hægstu vinningunum í USA nakrantíð.
Metið er ein vinningur upp á 2,04 milliardir dollarar í spælinum Powerball. Sambært CBS News eru tær 1,58 milliardir dollararnir tann triðstørsti lottovinningur í USA nakrantíð.
Puljan var blivin so stór, tí í 31 umførum hevur eingin vunnið.
Vánirnar at vinna ein slíkan vinning eru ikki so stórar. Kjansurin fyri jackpot er sambært CBS News ein av 303 milliónum.
Mega Millions verður spælt í 45 av teimum 50 statunum í USA. Ein kupong kostar tveir dollarar, og hon kann keypast í øllum statum uttan í Alabama, Utah, Alaska, Hawaii og Nevada.
Spælt verður týsdagar og fríggjadagar.
/ritzau/