Ein talsmaður fyri amerikanska lottospælið, Powerball, sigur, at ein seðil við øllum seks tølunum á er seldur í Florida, og hesin lottospælari vinnur metstóru upphæddina, $590,5 milliónir.
Hetta svarar til góðar 3,4 milliardir krónur. Vinnari hevur nú møguleikan at fáa fullu upphæddina útgoldna í 30 ratum við smáum 70 milliónum krónum um árið, ella kann vinnarin velja, at fáa upphæddina útgoldna í einum, og tað merkir við skattum og avgjøldum góðar 1,9 milliardir krónur.
Upphæddin gerst so stór, tá eingin vinnari er í fleiri vikur, og fyrsti vinningur tí »rullar« víðari til næsta drátt. Spælið byrjar við 40 milliónum dollarum og veksur seg so stórt hvørja ferð eingin vinnari er.
Við $590,5 milliónum krónum er talan um størsta einstaka vinnaran nakrantíð í lottosøguni. Størsti vinningurin var í spælinum, Megamillions, tá tríggir vinnarar í mars í fjør býttu 656 milliónir dollarar, svarandi til 3,8 milliardir krónur.
Seðilin var keyptur í Publix í býnum Zephyrhills, Florida.
Sannlíkið at vinna er 1 til 175,2 milliónir.