Vann fyrst 5,3 mió krónur í Lotto - og síðani 10,7 mió fýra mánaðir seinni Møguleikin at vinna í Lotto er ógvuliga lítil - í roynd og veru 1 til 8.347.680.
Tað vil siga, at tú skal keypa ein Lotto-seðil yvir 8 milliónir ferðir fyri at vinna. Men hagtølini og sannlíkindini passa ikki altíð.
Tað kunnu amerikansku hjúnini Ernest og Petsy Pullen skriva undir uppá.
Ernest spældi í juni mánaði nakrar fáar dollarar í einum lokalum spæli í heimbý sínum í amerikanska statinum Missouri. Og her vann hann 1 mió dollarar, sum svarar til 5,35 mió føroyskar krónur.
Hann segði beinanvegin starv sítt upp á tænastudeildini hjá eini telefonfyritøku. Men hetta steðgaði honum kortini ikki í at spæla aftur - og vinna!
Hesaferð vann hann 2 mió dollarar, sum svarar til 10,7 mió krónur.
Stóru vinningarnar koma ikki óvart á Ernest. Fyri seks árum síðani droymdi hann at hann fór at vinna í lotto-spæli.
- Øll numrini sum eg droymdi um, og øll míni eydnutøl, vóru á seðlinum, greiðir hann frá.
Peningurin skal brúkast til at umvæla húsini. Men hann fer helst ikki at spæla Lotto aftur.
- Konan sigur, at tað er hon sum skal vinna næstu ferð.










