Ikki færri enn 34 milliónir eru í pottinum, tá tey sjey lotto-tølini verða drigin í morgin Talan er um størsta danska lotto-vinningin nakrantíð, um ein einstakur vinnari verður til alla puljuna. Størsta vinningin higar til fekk ein Aalbog-búgvi, sum í februar í ár kundi seta sær góðar 25 milliónir á bankabókina.
Hartil er jokarin nú komin upp á 14 milliónir, so samlaða puljan leygardagin er 48 milliónir krónur.










