Lotta er eygu hjá Una

Tað er ein sera stór hjálp hjá mær at hava ein førarahund, sigur Uni Rasmussen

Lotta er eygu hjá Una

Uni Rasmussen arbeiðir sum massørur, og umframt at arbeiða í Gøtu ferðast hann eisini víða – til Havnar, Klaksvíkar, í Mjørkadal og aðrastaðni. Og á hesum ferðum er førarahundurin ein stór hjálp.

- Eg skal vita nøkunlunda, hvar eg skal, og so leiðir Lotta meg trygt fram. Tað er ein sera stór hjálp hjá mær at hava ein førarahund, tí eg kann ferðast nógv meira avslappaður, enn tá eg bara havi stavin við mær, sigur Uni Rasmussen.

Hann hevur havt Lottu, sum er 13 ára gomul, sum førarahund síðani 1997.