Hetta kunngjørdi Rúni Djurhuus, fyriskipari, fyri løtu síðan.
- Vit vænta at hetta verður tann størsti Voxbotn festivalurin vit nakrantíð hava fyriskipað, sigur Rúni Djurhuus. Lost Frequencies liggur sum nummar 17 á top 100 listanum yvir heimskendar DJ í 2018, og kemur at framføra á Okkara Voxbotn í 2019.
Felix De Laet er úr Belgia, sum tónleikari ber hann heitið Lost Frequencies, og hevur hann samstarvað við James Blunt, ið syngur til nýggja lagið “Melody”, sum kom út í apríl mánað í ár.
Omanfyri ber til at hoyra eitt av mest spældu løgunum hjá Lost Frequencies, »Are you with me«, lagið er spælt 458 milliónir ferð á Spotify og var kosið »hit of the year« í 2016.
- Hann er fastur gestur á heimsins størsta dj festivali Tomorrowland og á Ushuaia Ibiza Club, sum júst er kosið heimsins besta uttandura diskotek, sigur Rúni Djurhuus.
Billettir til Voxbotn verða vanligt útseldar ógvuliga skjótt, í fjør vórðu tær útseldar áðrenn jól, og væntast sølan at ganga minst líka skjótt hesaferð, siga fyriskipararnir.
Okkara Voxbotn verður tann 29 juni 2019, longu eru 300 tey fyrstu atgongumerkini seld, men forsølan heldur fram og vænta fyriskipararnir at tað verður endaliga útselt áðrenn jól.
Les meira um top 100 dj listan her