Umvæling
Í samband við, at húsini hjá Losjuni Glottin við Gøtugjógv eru umvæld, bjóðar losjan limum, fyrrverandi limum og bygdafólkinum í Gøtu at síggja hølini, sum nú eru vorðin "uppdateraði", sum formaðurin, Eyðun Hansen, tekur til.
Opið hús verður sunnudagin komandi ? eftir fyrstideildardystin millum GÍ og ÍF.
Ábit og undirhald
Eyðun Hansen sigur, at á skránni hendan dagin verður ábit og ymiskt undirhald.
- Kórið Gøta/ Leirvík fer at syngja, tónleikarar úr Grót fara at spæla, og Flemming Petersen fer at syngja og spæla undirhaldstónar.
Eyðun vísir á, at nógv tónleikara-og sjónleikaravirksemi hevur verið í húsunum, sum við tíðini vóru slitin.
- Nú hava vit so umvælt hølini og sett tey í hóskiligan stand, sigur formaðurin í Losjuni Glottin.