Losjan Glotti í Gøtu 75 ár

Losjan Glotti í Gøtu hevði mikudagin 8. november 75 ár á baki. Í hesum sambandi bjóðar losjan í Gøtu til fund, veitslu og dans í morgin, leygardardagin. Á skránni er kl 16 fundur um fráhaldsbarbeiðið 2006 og visjónir fyri framtíðina.

Frágreing eum ungdómsarbeiði í Losjuni í Gøtu og myndafrásøgn frá ungdómslegur í Sveis. Kl 18 verður skipað fyri rundvísing í Norðragøtu, í gomlu Kirkju og í Blásastovu og boðið verður til drekkamunn í Glyvrahansurhúsi. Kl 20 verður veitsla í Losjuni við Føroya stuttligastu undirhaldarum, Aksel Joensen, Leo Poulsen og Magna Poulsen. Á miðnátt spæla Flemming og vinmenn til dans. Úr losjuni í Gøtu siga tey, at tey við tiltakinum vilja seta fokus á fráhaldsarbeiði í Føroyum.